Freistin fyri at lata inn viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina av ætlanini hjá Tórshavnar kommunu at útbyggja havnarlagið er longd tríggjar vikur frá í dag, t.e.fram til 19. sept. 2014.
Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna ætlar at fara undir stóra útbygging av havnarlagnum, hevur Tórshavnar havn mett um, hvørji árin ætlaða útbyggingin kann fáa á náttúru og umhvørvi.
Hendan umhvørvisárinsmeting varð løgd til almenna hoyring fyrst í juli mánaði, so myndugleikar, feløg og almenningurin kundu gera viðmerkingar til árinsmetingina.
Freistin at lata inn viðmerkingar til árinsmetingina er nú longd til 19. september 2014, sigur Umhvørvisstovan.
Í havumhvørvislógini er ásett, at loyvi krevst til verkætlanir á sjónum og fram við strondini, tá munandi ávirkan kann verða á náttúru og umhvørvi. Slíkt loyvi kann bert veitast, um mett er um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi, og Umhvørvisstovan skal góðkenna hesar árinsmetingarnar.










