Jarðskjálvtin í Íslandi í síðstu viku elvdi til eina langa sprungu í jørðini Jarðskjálvtin, sum var á Suðurlandinum í Íslandi í síðstu viku, var so harður, at ein long sprunga kom í jørðina oman fyri bygdina Hveragerði.
Í gjár vóru vísindamenn og máldu sprunguna, og vísti hon seg at vera 14 kilometrar long.
Í støðum er hon upp í tríggjar metrar breið.










