London valdi Sadiq Khan

Verður fyrsti muslimski borgarstjórin í bretska høvuðsstaðnum.

Hóast valúrslitini í lokalvalunum og parlamentsvalunum í Skotland, Wales og Norðurírlandi ikki var nakað serligt at reypa av hjá Labour flokkinum, so kundu stuðlarnir fegnast yvir úrslitið í London, har tað loksins eydnaðist flokkinum at endurvinna borgarstjórasessin í bretska høvuðsstaðnum London.


Tað hendir eftir at væl dámdi og litríki borgarstjórin Boris Johnson, tinglimur fyri Konservativa flokkin, ikki valdi at stilla uppaftur, men heldur brúka kreftirnar á landspolitikk. Boris Johnson varð fyrstu ferð valdur til borgarstjóra í 2008, tá hann vann á Labour-borgarstjóranum Ken Livingstone.


Hóast fleiri valevnir stillaðu upp, so var rættiliga greitt, at valið stóð millum Sadiq Khan, Labour, og Zac Goldsmith, Konservativu. Frammanundan var Sadiq Khan, ið er sonur pakistanskar tilflytarar, stórur favorittur til at vinna valdið í høvuðsstaðnum.


Hóast tað tók umleið 24 tímar at telja atkvøðurnar, so vístu fyribils uppteljingarnar rættiliga skjótt, at Sadiq Kkan átti munin. Í síðsta enda fekk hann eisini 44 prosent av atkvøðunum, meðan Zac Goldsmith fekk 35 prosent av atkvøðunum.


Harvið hevur Sadiq Khan eisini tryggjað sær eitt pláss í søgubókunum sum fyrsti muslimski borgarstjóri nakrantíð í London.


Valið tykist tó ikki at hava ein serligan stóran áhuga millum íbúgvarnar í milliónabýnum. Sambært BBC, so nýtti einans 45 veljarunum sín demokratiska rætt til at atkvøða.


Tað er tó ikki vist, at seinasta orðið er sagt í stríðnum um borgarstjórasessin. Konservativi flokkurin hevur longu boðað frá, at tey umhugsa at royna úrslitið í rættarskipanini við einum kravi um umval, eftir at túsundtals av veljarum ikki sluppu at velja í valstaðnum Barnet, tí óskil var í listanum yvir veljarar. Talan er um eitt valstað, har Konservativi flokkurin hevur vunnið stórsigur undanfarnu valini.