Seinastu tveir dystirnar vórðu spældir í fjórðingsfinalunum í Champions League í gjárkvøldið, og talan var um dystir í Istanbul, har Fenerbahce tók móti Chelsea, og í London, har Arsenal tók móti Liverpool. Í dystinum í Turkalandi var tað sum um tað vóru tveir dystir, so mikið nógv broyttist dysturin, eftir javnandi málið til heimaliðið.
Favoritturin tapti
Undan kappingarárinum var Chelsea eitt av teimum liðum, ið av mongum vóru kosnir til favorittar til at vinna ársins Champions League kapping. Hetta serliga orsakað av sterka leikarahópi teirra.
Chelsea fekk eisini ta betru byrjanina, tá Florent Malouda varð sendur fram eftir vinstra borði. Innleggið, ið hann sendi innfyri, royndi brasilski áloyparin Deivid at beina burtur av vandaleið, men onkursvegna reyk bólturin av fóti hansara, og í egið mál. Nú sá av álvara dapurt út hjá heimaliðnum, ið vóru 1-0 aftanfyri á heimavølli, móti stjørnusprongda Chelsea liðnum, eftir bert 13 minuttir.
Fenerbahce hevði so neyðuga hepnið, at halda tørn afturi í verjustøðu, og megnaðu væl at halda Chelsea og Didier Drogba frá fatinum, hóast tað í fleiri støðum var um reppið, at 2-0 málið, og harvið avgerðin, kom.
Brasilski venjarin Zico, ið kom til Fenerbahce í 2006 valdi at satsa um miðjan næsta hálvleik, tá hann tók miðvallara út, og setti áloypara inn. Álopskent, sum einans brasiliumenn meistra. Okkurt man Zico hava lært turkisku leikarar sínar, tí eftir 64 minuttir, eydnaðist tað Colin Kazim-Richards at javna, eftir at miðverjarnar hjá Chelsea høvdu snorksovið og staðið á hælinum. Colin smeyg sær inn um verjuna og høgdi framvið einum hjálparsleysum Carlo Cudicini í málinum. Eftir hetta, var tað sum um at Fenerbahce veruliga vaknaði. Málroyndirnar øktust, so hvørt sum álopini skolaðu móti Chelsea verjuni, og tað skuldi eisini vísa seg at geva úrslit. Tá nýggju minuttir írestaðu, fekk Deivid bóltin, á leið 30 metrar úti, og standandi púra stillur, knústi hann bóltin í trýkantin. Eitt framúrskarandi vakurt mál, ið avgjørt er vert at síggja aftur. Chelsea eru tó enn at metast sum favorittar, men ikki uttan ein skelk á leiðini, frá turkunum, ið eri fullir av dirvi og áræði.
Javnt í London
Liverpool var í gjárkvøldið á vitjan á Emirates leikvøllinum, og har fingu teir eitt gott útgangsstøði til returdystin á Anfield, komandi týsdag.
Arsenal byrjaðu væl betur, og eftir 23 minuttir slappe in ótarnaður Emmanuel Adebayor, at seta høvdið á eitt hornaspark, ið var skotið væl inn fyri. Leiðslan hjá »The Gunners« var tó stokkut, tí bert trýggjar minuttir seinni blakaði Dirk Kuyt seg inn móti einum innleggi frá altíð imponerandi Steven Gerrard. Hetta málið skuldi eisini vísa seg at gerast seinasta málið í dystinum, og hevur Liverpool tískil tey betru kortini á hondini, undan næsta dystinum millum liðini. Nú leygardagin skal Liverpool annars aftur til Emirates leikvøllin at spæla dyst. Tá er tað dystur í Premier League, ið er á skránni. Hetta er talan um ein heilt ørðvísi dyst, hóast liðini eru tey somu, sum í gjárkvøldið.
Úrslitini í gjárkvøldið:
Fenerbahce-Chelsea 2-1 (0-1)
0-1: Deivid, 13. (s.m.)
1-1: Colin Kazim-Richards, 64.
2-1: Deivid, 81.
Arsenal-Liverpool 1-1 (1-1)
1-0: Emmanuel Adebayor, 23.
1-1: Dirk Kuyt, 26.