London: Drap trý og særdi 20

Yvirgangsmaðurin bleiv skotin og særdur, men ikki fyrr enn hann hevði fyrst koyrt yvir fólk, sum gingu á brúnni um ánna Thames og stungið ein løgreglumann við knívi. Tá hann royndi at stinga seinna løgreglumannin, varð hann skotin av øðrum løgreglufókum.

 

Stungni løgreglumaðurin doyði av skaðunum. Tvey onnur eru deyð og so yvirgangsmaðurin eisini. 20 fólk blivu særd í álopinum. Millum tey særdu á brúnni eru trý fronsk skúlabørn, tríggir løgreglumenn, fýra studentar og eitt rumenskt par.

 

Álopið hendi júst eitt ár eftir yvirgangsálopið móti Bruxelles, tá yvirgangsmenn lupu á bæði flogvøllin og eina metrostøð í býnum. Tá bleiv ein føroyingur særdur í álopinum.

 

Enn hevur bretska løgreglan ikki almannakunngjørt nakað um, hvør maðurin var ella hví hann gjørdi, sum hann gjørdi. Hon hevur tó sagt, at talan uttan iva er um ein einsamallan álopsmann.

 

Maðurin kom koyrandi tvørtur um brúnna yvir Thames beint við Westminster. Hann koyrdi skjótt og rendi á fleiri fólk á veg yvir um, áðrenn hann krasjaði inn í girðingina rundan um bretska tjóðartingið. Síðani leyp hann á løgreglumenninar, sum stóðu vakt við inngongdina, og megnaði at stinga annan, áðrenn hann sjálvur bleiv skotin.