Sunnudagin 20. mars var eitt ár liðið síðani sólarmyrkingina í Føroyum og hønurnar fóru inn í høsnarhúsið at sova. Men hvat gjørdi fuglurin í Høvdanum í Skúvoy? Eitt automatiskt fototól tók eina mynd hvønn minutt av økinum, og nú hava fólk frá Havstovuni talt fuglarnar á myndunum.
Hesa tíðina á árinum er ikki nógvur fuglur í berginum, men har vóru kortini 103 ritur, 11 havhestar og 9 lomvigar. Síðani vístu myndirnar, hvat fuglarnir gjørdu, tá mánin byrjaði at førka seg inn yvir sólina.
Havhestarnir tóktust als ikki at verða ávirkaðir av myrkrinum. Talið av ritu var støðugt, til tað fór at skýma og minkaði so um 10%, tá ið full myrking var, men tær komu skjótt aftur. Lomvigin fór á flog, tá ið tað fór at skýma, og bert ein sat eftir. Tað vanliga er, at lomvigi, sum ikki hevur egg ella pisu, fer úr berginum um náttina, so lomvigin gjørdi sum væntað.
Hønurnar heima í bygdini fóru ikki inn í høsnarhúsið at sova, men tær fóru bert inn í eitt gásarhús, har tær plaga at kroka.









