Lomvigin í føroyskum fuglabjørgum í Danmark er avsagdur

Lomvigin í føroysku fuglabjørgunum á sjósavninum í Keypmannahavn, mátti takast

 

Føroysku fuglabjørgin i í stóra sjósavninum, Den Blå Planet í Keypmannahavn, hava mist ein part av sínum atdráttarmegi.

 

Lomvigin, sum var í bjørgunum, var nevniliga til so stóran ampa, at hann mátti takast, skrivar d.dk, í dag.

 

Fuglabjørgini eru 15 metrar høg og ein vanlig sjón var at síggja lomviga flúgva og kava í tí stóra hylinum.

 

Men lomvigin tók so nógvan fisk, at leiðslan á sjósavninum hevur gjørt av at avsiga hann.

 

Lomvigin gjørdi seg eisini inn á fiskin, sum var ov stórur til at teir kundu eta hann. Men teir pikkaðu fiskin so illa, at hann toldi tað ikki.

 

Avgerðin um at avsiga lomvigan er tikin eftir at tey hava kannað atferðina hjá honum í fleiri mánaðir.

 

Lomvigin er ikki fyribeindur, men hann er fluttur til Hagenbeck Tierpark í Hamburg, har tey siga, at hann stórtrívist.

 

Nú fiskurin aftur fær frið, er komin fram aftur ímóti rútinum, so at tey vitjandi fáa gleði av at síggja hann.

Tey hava eitt hampiliga stórt úrval av fiski í hylinum við fuglabjørgini, bæði upsa, tosk, kalva og annað, sum livir undir Føroyum,

 

 

Hinvegin er lundin  framvegis í fuglabjørgunum, men nú eru tey farin at leita eftir øðrum fuglum at seta í savnið ístaðin fyri lomvigan.

 

Ein fuglur, tey hugsa um, er at fáa nakrar ritur.

 

Myndin er av føroysku fuglabjørgunum á Den Blå Planet