Slaktið í ár hevur hepnast væl og flesta staðni verður sagt, at lombini eru yvir miðal. Tey flestu halda, at orsøkin er einføld og hon er, at summarið hevur verið heitt og lýtt og at tað hevur ikki regnað so illa. Av tí sama hevur gróðurin verið avbera góður í ár, so seyðurin hevur havt nokk at eta í haganum.
Les eisini: Soleiðis fært tú gott skerpikjøt
Hetta samsvarar væl við royndirnar, tey hava gjørt á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tey sga á heimasíðuni, at í ár gav hagin 181 lomb, ið vigaðu 7.584 kilo tilsamans í livandi vekt. Í fjør gav hagin 186 lomb sum tilsamans vigaðu 7.366 kilo í livandi vekt. Hjá Búnaðarstovuni var miðalvektin á livandi lombum 41,9 kilo í ár afturímóti 39,6 kilo í fjør, ella 5,8 prosent meira í ár enn í fjør.
Les eisini: Fletting og hagreiðing av kjøti
Í ár vigaðu krovini 32,8 pund í miðal, afturímóti 30,9 kilo í fjør og sostatt vigaðu krovini 1,9 kilo ella 6,1 prosent meira í ár enn í fjør. Í miðal vigaðu krovini 39,2 prosent av vektini í livandi vekt.
Búnaðarstovan hevur eisini kannað, hvussu nógv lombini tyngdust tann seinasta mánaðin áðrenn tey vórðu flett. Tann 27. august vigaðu lombini 38,3 kilo í miðal í livandi vekt, og 27 dagar seinni, tann 23. September, var vektin 41,9 kilo í miðal. - Hetta gevur ein vøkstur uppá 3,6 kilo, ið er tað sama sum 132 gramm um dagin.
|