Ein sjúka, sum stavar frá villum kettum, hevur gjørt av við fleiri hundrað lomb í Íslandi. Eitt nú hevur bóndin á Brautarhóli mist meiri enn 100 lomb, og søgan er tann sama frá øðrum bøndrum, skrivar Morgunblaðið.
Tað er ikki heilt greitt, hvaðani tær villu ketturnar fáa smittuna, men tá ketturnar leita sær skjól í hoyggjhúsum og skíta í hoyggið, fær seyðurin smittuna, tá hann etur hoyggið. Avleiðingin er, at tá ærnar eta hoyggið, doyr fostrið. Gongur ein ær við tveimum lombum, hendir tað meiri enn so, at annað doyr, og at hitt verður lembt livandi, men nógv viknað. Sambært Morgunblaðnum siga bøndurnir, at eydnast tað at halda tí veika lambinum á lívi í tveir dagar, plagar tað er koma undan.
Íslendsku djóralæknarnir siga, at tað er umráðandi at avmarka talið á villum kettum.