Danska løgreglan hevur funnið líkið av einari kvinnu við Flintinge Å á Lollandi. Sambært løgregluni er nógv sum bendir á, at talan er um 48 ára gomlu Minnu Dahl Michelsen, ættað úr Havn.
-Vit hava enn ikki eyðmerkt líkið, men nógv sum bendir á, at tað er hon, sigur Steffen Hedemann, politikommisserur.
Líkið verður endaliga eyðmerkt mándagin ella týsdagin. Tað er einki sum bendir á, at ein brotsgerð er framd, upplýsir løgreglan.










