Sigursrøðin hjá Vali í bestu íslendsku kvinnudeildini endaði í kvøld. Eftir at hava vunnið 14 ferðir upp í slag taptu Randi Wardum og liðfelagarnir á útivølli móti nærmastu kappingarneytunum úr KR, sum nú eru trý stig aftan fyri oddaliðið.
Við einum sigri í kvøld kundi Valur annars tryggja sær meistaraskapin, tá tað er lítið sannlíkt, at KR hevði fingið betri málmun. 25 mál eru í løtuni á muni. Í staðin má Valur vinna tveir av trimum dystunum, sum resta í.
KR vann 3-2, og Randi Wardum vardi málið hjá gestunum allan dystin.