Loksins skoraði John Frederiksen fyri Raith Rovers

Sigursmálið hjá John Frederiksen tryggjaði Raith Rovers víðari luttøku í Challenge Cup

So brast fyri nev hjá John Frederiksen. Í kvøld skoraði hann fyrsta málið hjá sær fyri skotska lið sítt, Raith Rovers.

 

Raith Rovers vóru á vitjan hjá Queen´s Park í dysti í Challenge Cup steypakappingini.

 

Raith Rovers vann dystin 1-0 við einum sigursmáli John Frederiksen skoraði tá 80 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

John byrjaði inni fyri Raith Rovers í kvøld, og spældi allan dystin. 

 

Raith Rovers plaga at vera raskir at koma við hæddarpunktum. Teimum fara vit at venda aftur við fyri at síggja fyrsta málið hjá John Frederiksen fyri Raith Rovers.