Loksins lukkaðist

B71 spældi fyri lívinum, og tað eydnaðist at toga trý stig heim, tá KÍ vitjaði sunnudagin

Fótbóltur

 

Tað skuldi røkka ella støkka hjá B71. Fleiri ferðir hava teir verið væl nøgdir við leikliga avrikið í ár, men úrtøkan hevur á ongan hátt staðið mát, og tí høvdu spælararnir knívin á barkanum, tá KÍ vitjaði sunnudagin.

Til dystin hevði B71 styrkt sær um liðið við at fáa Anders Sørensen – sum í fjør var partur av liðnum – upp til Føroya, eins og Patrick Sunday Okoro er komin úr B36, har áleyparin ongan tíð veruliga fekk fótin fyri seg.

Og við knívinum á barkanum stríddust sandoyingarnir fyri lívinum. Serliga løgdu teir stórt týrst á í fyrra hálvleiki, har bólthaldarin hjá KÍ sjáldan fekk frið, og har KÍ av tí sama hevði sera ilt við at spæla seg niðan eftir vøllinum.

Atsóknirnar á KÍ-málið vóru áhaldandi, og einar tvær ferðir mátti Jákup Mikkelsen bjarga heilt væl fyri at forða fyri B71-málið.

B71 hevði nógv hornaspørk í fyrra hálvleiki, og fyrra málið hjá teimum kom eftir hornaspark. Sent var til aftaru stong, har verjuspælarin Fabio Vieira stóð leysur. Hann sendi bóltin innfyri málið aftur, og har fekk Gudmund Nielsen sent bóltin um málstrikuna.

Málið var fult uppiborið, tí B71 hevði var í fyrra hálvleiki betra liðið. Teir spældu rættiliga beinleiðis, bólturin skuldi verða á KÍ hálvuni alla tíðina, og so fluttu teir fólkið fram at trýsta og renna KÍ-spælararnar niður.

 

KÍ-venjarin fekk stillað liðið hjá sær nakað í hálvleikinum, og hugburðurin hjá spælarunum var munandi betraður, tá menn komu út til seinna hálvleik.

Spakuliga fekk KÍ arbeitt seg aftur í dystin, men teir megnaðu ongan tíð av álvara at skapa opnu møguleikarnar, sum skuldu til. Og tí hevði Símun Rógvi Hansen lætt við at verja fyri teimum atsóknum, sum komu á málið.

Og tá B71 økti til 2-0 við einum mótálopi miðskeiðis í seinna hálvleiki, mundu tað verða fá, sum ivaðust í, at B71 fór at vinna hendan dystin.

KÍ misti bóltin á egnari hálvu. Símin Hansen sendi inn um KÍ-verjuna til Gudmund Nielsen, sum rundaði Jákup Mikkelsen, áðrenn hann sendi bóltin í málið til 2-0.

Eftir hetta gekk spælið báðar vegir, men B71 var nærri við at økja til 3-0 enn KÍ at minka um munin. KÍ royndi at skifta og flyta fólk, men dysturin stóð ikki til at bjarga.

 

Hóma strikuna

Við sigrinum hevur B71 aftur meldað seg inn í dystin at sleppa undan niðurflyting. Og tær báðar komandi uppgerðirnar fáa helst alstóran týdning í so máta. Undan summarsteðginum skal B71 nevnliga á vitjan hjá bæði Skála og B68, og tað eru tveir dystir, sum helst skulu kasta eini fýra stig av sær, um bjargingarætlanin skal eydnast.

Og so verður sjálvandi eisini spennandi hjá sandoyingum at fylgja við, hvussu leikur fer, tá júst B68 og Skála dystast á Svangaskarði í kvøld.

Hjá KÍ merkti tapið, at teir spakuliga aftur eru í ferð við at nærkast botninum. Átta dystir uttan tap høvdu annars lyft KÍ væl og virðiliga av vandaleið, og enn er vandin ikki serliga akuttur. Men við 14 stigum sansar nú spakuliga at hjá klaksvíkingunum, um teir ikki skjótt finna rætta stevið aftur.