Loksins fáa krokodillurnar hann

Líkið av "The Crocodile Hunter" skal latast krokodillunum.


-Hann hevur argað krokodillurnar alt sítt lív, so tað er ikki annað enn rímiligt, at tær fáa hann nú, sigur ein vinmaður Steve Irwin við heimasíðuna Brainsmap.

Tað er ikki greitt, um líkið av "The Crocodile Hunter" veruliga verður latið krokodillunum í djóragarðinum Beerwatch, men sambært Brainsmap hava tey avvarðandi hjá Steve Irwin havnað einum tilboði frá avstralsku stjórnini um at geva tí kenda djóravininum eina almenna jarðarferð.

Tað var politiski leiðarin í Queensland, Peter Beattie, sum fyrstur kom við hugskotinum um eina almenna jarðarferð, og seinni segði avstralski forsætisráðharrin, John Howard, at hann tók undir við, at Steve Irwin verður jarðaður fyri almenna rokning.

Men sambært Brainsmap hevur einkjan havnað tilboðnum.