súkkling
Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen
Eftir at føroysku súkklararnir tvær ferðir høvdu tikið til takkar við fjórða plássinum, eydnaðist Boga Kristiansen á seinasta degnum at vinna sær bronsumerki í býarkoyringini.
- Tað verður bara at royna at yvirliva. Tað verða alt fyri eitt nakrir sterkir súkklarar, sum skræða seg leysar, og eg rokni ikki við, at tað verður serliga nógv, sum vit kunnu gera við tað.
Nakað soleiðis segði Bogi Kristiansen, áðrenn býarkoyringin í súkkling, sum hin seinasta av kappingunum á Oyggjaleikum, skuldi avgreiðast.
Livdi
Tað skuldi tó vísa seg, at Bogi megnaði meira og annað enn bara at yvirliva í kappingini. Hann fekk rætt í, at talan gjørdist um eina sera harða kapping, tí at kalla allan vegin var talan um ein sannan bardaga, har bert hin sterkasti megnaði at yvirliva.
Bogi taldist tó millum hesar sterkastu, og við hesum fekk súkklingin eitt heldur óvæntað, men ikki minni kærkomið, heiðursmerki heim aftur við sær. Vónirnar vóru annars um, at tað skuldi eydnast at vinna eitt slíkt í antin tíðar- ella landavegskoyringini, men har gekk tað sum kunnugt ikki.










