Fótbóltur
Søguliga var talan um sera áhugaverdan dyst, tí hetta er fyrsta ferðin, at Kappingarnevndin hjá FSF hevur dømt tvey lið at spæla av nýggjum. Hetta hendi, tá GÍ kærdi fyrra dystin, har ÍF eitt skifti hevði spælt við 12 móti 11, tá hvørki dómarin ella 12. maðurin varnaðust støðuna. Avgerandi í hesum var, at ÍF í yvirtali legði seg á odda 2-1, men hóast GÍ seinni javnaði, so var hetta í teirra hugaheimi ikki nóg mikið.
Og fuglfirðingar mundu sum so neyvan hava tað heilt stóra ímóti einum nýggjum dysti. Fyrst og fremst, so er støðan í botninum somikið spent hjá ÍF, at eitt einsamalt stig ikki ger tann stóra munin. Og hartil hevur gongdin hjá GÍ verið av slíkum slag, at talan sum so ikki var um nakra ræðandi uppgávu, nú enn ein roynd skuldi gerast at vinna sær trý stig.
Hava takið á ÍF
Tíggju ferðir á rað er GÍ nevnliga farið sigursleyst av vøllinum, men tann røðin varð brotin í Fuglafirði.
Tað tóktist annars ikki ganga eftir vild hjá GÍ, tá ÍF tíðliga í dystinum legði seg á odda eftir eina misskiljing í GÍ-verjuni.
Men hóast hetta, so hildu gøtumenn høvdinum høgt. Móti júst ÍF eru hagtølini hjá GÍ mest sum framúr, og onkursvegna var sjónligt, at teir ivaleyst áttu sálarligu yvirvágina. Teir meira ella minni settu seg á dystin, og hóast ein deyðbóltur skuldi til, so var tað fult uppiborið, at GÍ legði seg framum, tá Áslakur R. Petersen knallaði til, eftir at Sámal hevði rullað stutt fríspark til hansara.
Og eftir steðgin helt sama gongdin fram. GÍ helt á at trýsta, uttan at ÍF fekk kontraálopini, sum spæliætlanin legði upp til, og tá Sámal Joensen legði teir á odda eftir uppspæl úr høgru, tóktist sigurin koppa yvir um Kambsdal. ÍF hevði kanska eitt trýst í løtunum eftir hetta, men GÍ-verjan stóð stinn, og so kundi Gunnar Nielsen staðfesta, at hann aftur er við at raka formin. Hegnisliga lyfti hann bóltin í málið, tá málverjin var komin nakað út, og við 3-1 málinum var dysturin punkteraður.
Mugu vinna í Vági
Hjá GÍ var sigurin fyrst og fremst ein styrkur av sjálvsálitinum, nú liðið mest sum er aftur úr siglt í stríðnum um europisku atgongumerkini, men hjá ÍF hevði dysturin størri týdning enn sum so. Tapið ber við sær, at ÍF nú er mest sum tvingað at vinna, tá teir fara til Vágs um vikuskiftið. Ein uppgáva, sum setir stór krøv til allar kreftir.