Eg eri tíbetur vorðin so gamal, ella eldri ella ikki so ungur longur fyri at vera politiskt korrektur, at eg sleppi undan at vera so leingi í teirri øldini, tá einki ber til at gera uttan at hava teldu ella fartelefon, helst bæði.
Alt skal orðnast í telduni, á netinum, ella við smsum. Tú kanst ikki keypa eitt heimabakað ídnaðarbreyð uttan teldu ella fartelefon, ei hetta og ei hatta og ei pad, haldi eg, okkurt verður rópt.
Og tað, sum nógv verri er, tú kanst heldur ikki keypa eina fløsku av snapsi ella eina øl, orsaka seks øl, uttan teldu ella fartelefon.
Vónandi fáa vit hvørki teldu ella fartelefon við í grøvina, tí har er so einki samband. Sambandið er verri enn so farið til gravar. Telefonin kann ikki røkkast seks føtur niðri. Royn aftur seinni, ævinleikin er langur.
Hendan ræðumyndin, ikki tann við grøvini, men turvelvandi teldur og fartelefonir og ei okkurt er ikki so langt burturi. Hon hongur har í næsta horninum í listaskálanum í gyltari rammu, ogn, ikki til sølu.
Nú eru longu nøkur ár síðani, at eg ringdi (fastnet) til hotellið, har eg ofta gista, tá eg eri í Keypmannahavn.
Nei, tað bar ikki til at bíleggja kamar í telefonini, als ikki og kortanei. Ikki, at tað “tíverri og eg eri kedd av tí” ikki bar til at bíleggja kamar í telefonini. Tað bara bara ikki til, ferdigt. Heimasíðan hjá okkum eitur so og so, farvæl, farvæl.
Eg á netið, men fekk ikki at rigga. Hevði tá lítlar, fyri ikki at siga ongar, royndir at bíleggja á netinum. Í allari neyðini ringdi eg tí aftur til hotellið, tí eg vildi hava eitt kamar. Sama svar. Segði, at eg hevði longu roynt á netinum, men tað riggaði ikki.
“Tað riggar hjá øllum øðrum,” var svarið, eg fekk frá gívrini í hinum endanum. Farvæl!
Hon segði tað ikki, men eg hoyrdi tað kortini: tú ert ein helvitis idiotur, sum ikki dugur at bíleggja hotellkamar á netinum.
Tey heimleysu í Keypmannahavn noyðast at sova úti, tí tey hava ikki teldu.
Tað lukkaðist tíbetur hjá mær at finna eitt hotell, sum var so ótrendy, at tað kundi taka móti bílegging í telefonini, so eg noyddist ikki at sova úti í danska høvuðsstaðnum..
Hetta eru, sum sagt, longu nøkur ár síðani. Støðan er bara versnað síðani tá. Tað er vorðið ómodernað at tosa saman. Samskifta, uttan gjøgnum eitt tól og við einum tóli. Nú skal skrivast saman, hóast bara 5% av fólkinum duga at skriva.
Ein fyrimunur við øllum hesum er so, at nú ber til at brúka pengar alt samdøgrið.
Og tey, sum gera teldur og fartelefonir, hava jóladagar hvønn dag. Tey fáa nógvar pengar og havi ikki fingið fleiri síðani 1999, tá tey pellaðu fyri øllum heiminum um ein trupulleika, sum kallaðist ár 2000 trupulleikin. Tann lygnin gav nógv í kassarnar.
Óhugnaligur tanki annars, at vit kunnu ikki vera til uttan hesi tól og amboð. Fyrr bar ikki til at liva uttan vatn og luft....og kjerligheit, vildi onkur romantikari vera við.
Og vit, sum ikki hava teldur við á, í, ó, ú og øllum hasum bókstavunum, sum tey, sum gera teldur, ikki kenna. Og ikki vilja kenna og vita av, tí so verður knappaborðið dýrari at gera og minni kemur í kassarnar.
Men eg eri øvundssjúkur á tey, sum hava teldu, sum ikki krevur tíggju minuttir at koma í gongd um morgunin, tá eg sjálvur bara skal brúka tveir. Tað er ørkymlandi og krevur stórt tol at bíða og bíða eftir telduni. Og slíkt tol havi eg ikki.
Men reypi mær av, eins og Kasparov, at eg eri skjótari enn teldan.