Var hann lukkuliga óvitandi um, at hann koyrdi Føroya runt við narkotika fyri fleiri milliónir í bilinum, ella var hann ein virkin partur í eini umfatandi smugling?
Tað er ein spurningur, sum teir 12 nevningarnir hava fingið at taka støðu til í stóra narkotikamálinum, sum hevur verið til viðgerðar í einum nevningatingi í Føroya Rætti alla hesa vikuna.
Talan er um ein mann í Føroyum, sum er ákærdur fyri at hava hjálpt tveimum íslendskum stórmuglarum at smugla.
Í hesum sambandi er hann ákærdur fyri at hava havt yvir 24 kilo av amfetaminpulvuri og sløk 15 kilo av ekstasypulvuri í varðveitslu fyri hesar báðar íslendsku smuglararnar í eina góða viku í september í fjør.
Hann er eisini ákærdur fyri at hava hjálpt íslendingunum til at smugla næstan alla hesa nøgdina úr Føroyum aftur til Íslands.
Og í triðja lagi er hann ákærdur fyri at hava havt í varðveitslu næstan 800 gramm av amfetamini og næstan eitt kilo av ekstasypulvuri, sum hann hevði eftir, tá ið íslendsku smuglararnir vóru farnir av landinum aftur
Próvførsla alla vikuna
Í alla vikuna hevur ákærin ført síni prógv og síni vitni fram í málinum og somuleiðis hevur verjin hjá ákærda síni sjónarmið fram.
Og í gjár kom so málið hartil, at bæði verji og ákæri høvdu sínar endaligu viðmerkingar.
Ì dag kom so dagurin, tá ið nevningarnir trektur seg í einrúm at taka støðu til um ákærdi er sekur og í hvussu stóran mun, hann hevur verið uppi í smuglingini.
Og teir hava fríar hendir at sita so leingi, teir vilja. Tað einasta, ið krevst, er at teir brúka vanligt vit og skil til at meta um tey prógv, sum eru løgd fram.
Koma nevningarnir til tað úrslit, at ákærdi er sekur, kann løgfrøðiligi dómarin ógilda avgerðina, heldur hann, at prógvini ikki eru nóg góð.
Men so skal alt málið gangau maftur við nýggjum nevningum og nýggjum dómara.
Halda nevningarnir hinvegin, at hann er ósekur, kann løgfrøðiligi dómarin ikki ógilda avgerðina.
Verður hann dømdur sekur, fara nevningarnir einaferð afturat í einrúm at áseta revsingina saman við tí løgfrøðiliga dómaranum.
Ì hesum sambandi hava teir 12 nevningarnir hvør sína atkvøðu og tann løgfrøðiligi dómarin hevur 12 atkvøður.
Sostatt merkir tað, at kemur løgfrøðiligi dómarin til eina niðurstøðu um eina revsing, skal hann hava ein nevning við í sín part.
Men stendur á jøvnum, 12-12 verður tann linara revsingin galdandi, tí tað skal altíð koma tí ákærda til góðar.
Verjin staðfestir, at ákærdi er ikki sekur í øllum tí, sum hann er ákærdur fyri.
Væl hevði hann fýra-fimm taskur av narkotika í bilinum, men tað gingu fleiri dagar, áðrenn hann visti tað.
Hinvegin játtar hann seg sekan í, at hava havt næstan eitt kilo av ekstasypulvuri og sløk 800 gramm av amfetamini eftir í Føroyum, tá ið íslendingarnir fóru av landinum aftur.
Eitt hent amboð
Hjá ákæranum er ongin ivi um, at ákærdi er sekur. Ákærin sigur, at tað er óhugsandi, at íslendsku smuglararnir hava lagt so stóra mongd av narkotika í bilin hjá ákærda, uttan at hann visti av tí, tí annars kundu teir ikki tryggja sær, at alt varð ílagi og uttan at tryggja sær, at hann ikki hevði meldað, skuldi hann sæð evnini.
Ákærin vísti eisini á, at ákærdi hevði reypað av, at tey koyrdu runt í Føroya dýrasta bili.
Annars vísir ákærin á, at ákærdi hevði hjálpt íslendsku smuglarunum alla tíðina, síðani teir komu til landið.
Hann hevði bæði hjálpt teimum at fáa innivist, hann hevði hjálpt teimum at útvega pening til umvælingar og proviant og hann hevði hjálpt teimum at fáa froskmannabúna at kanna skrúvuna á bátinum við.
Ákærin vísti eisini á fleiri politifrágreiðingar og útskriftir úr rættarbókini, har tað framgongur, at ákærdi hevur broytt frágreiðing fleiri ferðir og at hann áður hevur játtað, at hann visti um evnini.
Íslendski smuglarin og ákærdi eru barndómsvinir og tí hevur íslendski smuglarin hildið, at ákærdi var eitt hent amboð í hesum sambandi, tí hann er ongantíð revsaður áður og annars púra ókendur í narkotika umhvørvinum.
Àkærin sigur, at tað er líka revsivert at hjálpa til at smugla, sum tað er at standa fyri sjálvari smuglingini, men ákærdi gjørdi onki fyri at sleppa av við rúsevnini, heldur ikki eftir at hann sjálvur sigur, at hann fekk at vita um tey.
Tvørturímóti helt hann fram at hjálpa teimum
Ákærin helt eisini, at talan var um so stórar mongdir, at talan var um skerpandi umstøður.
Verjin helt, at tað var onki prógv, at ákærdi hevði hjálpt íslendingunum, tí teir vóru barndómsvinir og at talan tí var um vanligt hjálpsemi.
Og táið ivi er um, nær hann visti nakað, eiga nevningarnir at velja tað tryggu loysnina og ikki døma hann fyri nakað, hann kanska er ósekur í.
Í skrivandi løtu, vóru nevningarnir ikki komnir til nakra niðurstøðu, men vit fara at frætta um úrslitið á www.portal.fo og í Sosialinum mánadagin.