Lokalvørpini nærkast

Tað liggur líkasum í luftini, at lagt er upp til kapping um ljóðbylgjurnar føroyska loftøkinum um góðan mánaða, ella so.

Turið Debes Hentze, forkvinna í loyvisnevndini, sigur, at nevndin hevur fund mikudagin, og lúka innkomnar umsóknir allar treytir, so kunnu sendiloyvi gevast

Turið Debes Hentze, forkvinna í nevndini, ið letur sendiloyvini, sigur, at nevndin hevur fund mikudagin. Lúka innkomnar umsóknir allar treytir, so verða loyvi givin.

Enn veit hon tó bert um eina umsókn, men hon hevur eingi skjøl sæð enn, tí tað er Undirvísingar- og mentamálastýrið, ið umsitur hetta.


Frekvensloyvini

Fyri tryggja sær sendiloyvi, so eru ymsar treytir, ið skulu lúkast. T.d. skal persónur ella felag standa fyri loyvinum. Er talan um felag, so skal ábyrgdarpersónur vera, eisini fyri einstøku sendingarnar. Upplýsast skal um ymisk viðurskifti, eitt nú partapening, senditíð og innihald.

Umsøkjarin skal tryggja sær frekvensloyvi. Fæst hetta ikki, so fellur sendiloyvið burtur. Frekvensloyvini fáast frá Fjarskiftiseftirlitinum


Hava heimstað her

Í reglunum verður ikki kravt, at umsøkjarar skulu vera føroyingar. Sagt verður, at umsøkjarin, persónur ella felag, skal hava heimstað í Føroyum. Sostatt er nóg mikið við skrivstovu í Føroyum.

Enn er bert ein umsøkjari, tað Turið Debes Hentze veit um. Og um alt er, sum tað skal við umsóknini, so kann væntast, at umsøkjarin fær sendiloyvi á fundinum mikudagin.

Sostatt liggur líkasum í luftini, at lagt er upp til kapping um ljóðbylgjurnar í føroyska loftøkinum um góðan mánaða, ella so.