Skráin fyri stevnuna kom at liggja soleiðis fyri, at fimleikarhøllin var tøk báðar dagarnar. Og tá fyrireikararnir samstundis ynsktu at hava okkurt serliga lokalt við í skránni, kom hugskotið at hava eina tónleika-café á hesum staði.
Tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa fatur á fleiri lokalum kreftum, umframt fólki aðrastaðni frá. Men tað eru kollfirðingar sum fara at seta sín dám á hetta tiltakið.
Skipað er soleiðis fyri, at hvør einstakur bólkur fær høvið at spæla í ein tíma ella so, áðrenn næsti luttakari sleppur framat. Neyðugt er ikki at brúka fullan tíma, men helst verður tað so, at tá ein fyrst er komin í gongd, er lætt at fylla ein tíma út.
Byrjað verður leygardagin kl. 18 tá kendi bygdarmaðurin og tónleikarin, Jens Marni Hansen fer at spæla í ein slakan tíma. Honum á baki koma síðani Sølva Ford og Herluf Lützen framat. Síðani spæla Martin Joensen, Durita Djurhuus og endað verður kl. 22 við at fimm mans fara at framføra sítt tilfar. Hesir menninir eru Allan Davidsen, Henning Jensen, Jákup Lützen, Bartal Læarsson og Sigurd Justinussen.
Sunnudagin verður tiltakið uppafturtikið kl. 16, tá ung úr Musikkskúlanum fara at spæla tann fyrsta tíman. Her er talan um Hallu og tóka Hansen, klaver; Jógvan Follend, klaver; Mathildu Follend á floytu og tónleikalæraranum Anki á klaveri.
Kl. 17 fara nakrir menn aftur at taka seg saman og fara á pall. Hesir seks menninir eru Terji Davidsen, Kári Djurhuus, Hjørleif Gaard, Dávur Thomassen, Arnbjørn Kristiansen og Marner Tjørnudal.
Tiltakið sunnudagin endar kl. 20, men áðrenn tað skulu Ása Dam og Ólavur Olsen somuleiðis framføra nakað av tí, sum liggur teimum á hjarta.
Ætlanin er at geva tiltakinum ein hugnaligan dám við borðum, palli, dúkum og vakurt prýddum borðum.
Tað fer at kosta at koma til hetta tiltakið. Hetta verður gjørt av teirri einfaldu orsøk, at hetta fer at skapa størri virðing fyri tiltakinum, og fyri tí og teimum, sum skulu framføra hesar báðar dagarnar.
Av tí at talan er um eitt lokalt tiltak verður væntað at nógv fólk fara at leita sær í fimleikarhøllina.