Einki er at ivast í, at Víkingur meira enn fegnir vilja leggja nógva orku í dystin sunnudagin. Bæði tí talan er um grannauppgerð, men ikki minst tí hetta tykist vera seinasti møguleikin at krøkja seg aftur í heiðursmerkjastríðið.
Her var Víkingur millum mest seriøsu biðlarnar, men tvey heimatap á rað hava gjørt sítt til at punktera góðu gongdina, og tí er liðið hálvgum dottið í ongamannaland tey bæði seinastu umførini. Ein støða, sum tó kann broytast, koma trý stig á kontina hesaferð.