Lokalu uppgerðirnar skulu kosta minni

Um NSÍ skal varðveita støðuna í toppinum, so er tað alneyðugt at vinna størri úrtøku ímóti eitt sindur sperda ÍF, enn tað hevur eydnast at vunnið burtur úr tveimum teimum fyrstu oyggjauppgerðunum í ár

Fótbóltur

 

Seinnapartin í morgin verður oyggjauppgerð í Fuglafirði. NSÍ, sum er næstovast, og sum framdi megnar avrik í Gundadali síðsta sunnudag, fer at vitja, og fyri báðar partar er talan um sera týdningarmikla uppgerð:

-Kappingin er framvegis ung, men vit kunnu bara staðfesta, at vit eru nærri niðurflytingarplássunum, enn vit høvdu roknað við og ætlað, sigur ÍF miðvallarin Høgni Zachariassen. ÍF hevur sjey stig og er tískil bara eitt stig frá 9. plássi.

Fuglfirðingar høvdu vónað, at tað skuldi eydnast teimum at vinna góða úrtøku á heimavølli, men higartil hevur tað ikki verið meiri enn passaligt. Teir hava fingið fult ímóti KÍ og B68, og teir hava tapt ímóti B36 og HB, sum ÍF sunnudagin einki megnaði at gera við.

-Vit hava ikki skorað nóg nógv, og so mugu vit staðfesta, at tað hevur verið ov lætt hjá mótstøðuliðunum at skjóta mál ímóti okkum. Vit arbeiða væl undir venjing, og vit vóna, at tað fer at síggjast aftur, sigur Høgni Zachariassen, sum vísir á, at tað eru nøkur viðurskifti, sum í orðsins sanna týdningi halta:

- Bartal Eliasen var ikki við ímóti HB, og tað er rættuliga óvist, um hann verður førur fyri at spæla í morgin. Hans Pauli Petersen er skaddur, hjá Hanusi Eliasen gongst illa at sleppa heilt av við lærskaða, og eg eri ikki vísur í, at eg verði førur fyri at spæla í morgin orsaka av lærskaða. Positivt er tað, at Balasz Sinko er tøkur aftur eftir leikbann.

Eru tað stig, sum tit iðra tykkum serliga nógv um at hava mist?

-Í Sørvági endaði tað javnt, eftir at vit stutt frammanundan høvdu vunnið 3-0 har vesturi í steypakappingini. Í landskappingardystinum var avrikið ikki nóg gott, og tað var heldur ikki nóg gott, at vit einki fingu burturúr ímóti B36 á heimavølli.

 

Kapping um plássini

Hjá NSÍ var sigurin á B36 í Gundadali serliga søtur, eftir at teir í Runavík høvdu tapt ímóti Víkingi og spælt javnt ímóti B68. Venjarin, Pauli Poulsen, heldur, at tað hevur stóran týdning fyri moralin, at tað eydnaðist at venda hóttandi 2-0 tapi til 3-2 sigur:

-Eg haldi ikki, at vit vóru verri enn teir í 1. hálvleiki. Trupulleikin var, at vit ikki vóru nóg avgjørdir, tá ið vandamikli Sam Malsom hótti, og tað kostaði tvey mál. Sovornum mugu vit læra av og fegnast um, at tað í síðsta enda ikki kostaði stig.

Tað hevur ikki hilnast so væl í oyggjauppgerðunum higartil í ár?

-Eg haldi ikki, at tað plagar at vera ein trupulleiki hjá NSÍ. Í fjør vunnu vit allar dystirnar ímóti ÍF og B68, men vit taptu allar ímóti Víkingi. Vit hava longu tapt 2-1 ímóti Víkingi, og tað var ikki, sum vit høvdu ætlað, at tað endaði 2-2 á heimavølli ímóti B68. Men nú hava vit møguleikan enn eina ferð at vinna á útivølli, og vit fara eftir øllum stigunum. Í fjør vóru dystirnir ímóti ÍF tættir og spennandi, staðfestir Pauli Poulsen.

NSÍ venjarin hevur allar sínar spælarar tøkar. Eingin er leikbannaður, og eingin er skaddur. Tað er kapping um plássini, og nú dystarskráin er so tøtt, útihýsir venjarin ikki, at onkrar skiftingar fara at verða gjørdar.

-Tað hevur týdning at hava sama liðið, men eg haldi, at tað ber til at gera einstakar broytingar, og tað umhugsa vit.

Millum teirra, sum stríðast fyri at sleppa framat, men sum higartil ikki hava spælt so nógv, eru málverjin Tórður Thomsen, Jens Joensen í verjuni, og framrættaðu Øssur Dalbúð og Klæmint A. Olsen, sum varð settur á vøllin beinanvegin í 2. hálvleiki ímóti B36 og takkaði fyri álitið við at skora.