Lokalu stjørnurnar taka Tøting

Hóskvøldið fara tvær av mongu tónleikastjørnununum úr Gøtu á pall í Tøting, tá Elinborg fyrst hevur útgávukonser og Lyon síðani tekur yvir.

 

Tíðliga í ár gav Elinborg út EP´ina "Landið Sum Ongin Sær", ið rúmar 4 løgum. Eftir ætlan skuldu útgávukonsert verða í Tøting fyrr í ár, men at tí at Elinborg hevur fingið snikkað saman ein nýggjan bólk, var konsertin nakað seinkað.

 

Tað er nú heldur ikki hissini bólkur, ið songkvinnan hevur aftanfyri seg í dag. Manning hennara er Per I. Højgaard Petersen, Allan Tausen og Hans Marius Ziska. Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava framleitt útgávuna í felag. Tekstirnir eru á føroyskum, og Elinborg er sjálv høvundur.

 

Gøtumaðurin Lyon, ið er búðsitandi í Onglandi, er komin heim á klettarnar í summarferiu. Men hann letur tó sanniliga hoyra frá sær av pallinum, har hann ímillum annað spældi eina av bestu konsertinum á ársins G! Festivali, sum millum annað fekk Birgir Kruse at skriva hesi orð á síni bloggu:

- Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt. Takk!

 

Konsertirnar vera í Tøting í annaðkvøld klokkan 20.00.