Lokalu kirkjumyndugleikarnir ráða

Ólavsøkudagur er í morgin, og tað er sunnudagur. Flestu prestarnir plaga at verða við henda dagin til gudstænastuna í Havnar kirkju.

Í kirkjunum kring landið verða tí deknagudstænastur.

Men summar kirkjur hava avlýst gudstænastuna í morgin, helst tí at fólk fara til Havnar, og tí summi í staðin fyri at fara í kirkju sita heima og lurta eftir ólavsøkugudstænastuni.

Jógvan Fríðriksson, bispur sigur, at hetta ikki er nakað, sum stiftsstjórnin leggur seg út í. Tað eru lokalu kirkjuráðini og prestarnir, sum taka støðu til, um tey hava gudstænastu í morgin ella ei.