- Lokalpolitikkur tikin framum næmingin

Næmingurin eigur at verða í fokus heldur enn lokalpolitikkur, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.

- Vit hava nú søkt um at fáa útbúgvingina í 2018 og tá eru hølisviðurskiftini komin uppá pláss. Tískil ganga vit teim flestu av krøvunum frá landsstýriskvinnuni á møti.

 

 

Tað sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, í samband við umsóknini at bjóða ein Tøknibreyt út á Glasi. Á Glasi hava tey søkt um at fáa eina tøknibreyt í skúlanum, men landsstýriskvinnan hevur noktað hesum millum annað við tí grundgeving, at møguligar avleiðingar fyri tøknibreytina í Klaksvík skulu takast við í roknistykkið áðrenn man tekur slíka avgerð.

 

 

- Vit hava bara bókligar miðnámsútbúgvinar og vilja hava eina verkliga eisini. Tað eru fleiri, sum heldur kundu hugsað sær eina meira verkliga miðnámsútbúgving, tí ein bóklig ikki er til teirra. Um tey ynskja tað sum er, so mugu tey sum 15-16 ára gomul annahvørt flyta til Klaksvíkar ella ferðast norð hvønn dag, sigur Bogi Bech Jensen.

 

 

Hann sigur víðari, at talan hevði ikki verið um eina beinleiðis ávirkan á skúlan í Klaksvík, tí sambært lóg, so er landið býtt upp í tvey upptøkuøkir. Eitt er fyri Norðoyggjar, Eysturoy og Sunda kommunu, meðan eitt er fyri restina av landinum.

 

 

- Tískil koma vit ikki at verða í kapping við Klaksvík, men hinvegin verður tilboðið víðka. Tí haldi eg tað verða óheppið, at landsstýriskvinnan brúkar avleiðingina fyri tilboðið í Klaksvík sum eina grundgeving fyri at noktað okkum at bjóða breytina í Havn. Næmingurin eigur at verða í fokus heldur enn lokalpolitikkur, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.