Lokaláhugamál lúkast burtur

Kanningin, sum Landsverk hevur gjørt í sambandi við møguligan flogvøll í Nólsoy er áhugaverd, men langt frá fullfíggjað. Gitingar um turbulens eru tiknar úr leysum lofti Tað sigur fyrrverandi borgarstjórin í Nólsoyar kommunu, Jógvan Thomsen. Hann festir seg við, at kanningin staðfrestir oynna sum egnaða til ein krossvøll, men heldur, at víðari kaningar mugu gerast fyri at staðfesta vindviðurskiftini.

Bara at staðfesta, at ávísar ættir kunnu skapa turbulens er at fara ov lætt um, og tí eiga kanningar av hesum at verða gjørdar.

Men Jógvan Thomsen heldur eisini, at hugt eigur at verða at øllum landinum at tryggja, at ein nýggjur altóða flogvøllur verður lagdur á røttum stað.

Tað átti at verið gjørd ein prekvalifikatión, so minst egnaðu støðini blivu soldað frá. Eftir skuldu so verið einir tveir tríggir møguleikar, sum blivu gjølla kanaðir. Talan er um eina so mikið stóra íløgu, sum er so týdningarmikil fyri menningina av føroyska samfelagnum, at vit mugu verða vís í, at ein nýggjur altóða flogvøllur verður lagdur á røttum stað, uttan at lokal áhugamál fáa nakra ávirkan, sigur Jógvan Thomsen.