Fríggjadagin 30. desember fekk ein samskiftiskaðal skaða beint við tunnilsmunnan í Árnafjarðartunlinum, klaksvíksmegin. Avleiðingin var, at Árnafjørður, og allar hinar bygdirnar norðan fyri Árnafjørð, mistu alt samband við umheimin.
Sostatt høvdu tær onga fastnettelefon, onga fartelefon, onki internet, onki kringvarp, hvørki í útvarpi ella í sjónvarpi, og heldur einki samband við alarmsentralin á 112. Í hesum sambandi vóru tunlarnir Norður Um Fjall stongdir í einar fýra tímar, ímeðan arbeitt varð upp á at umvæla brekið.
Og nú við Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hava at vita um slíkt kann henda aftur. Tí spyr hann nú Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, um vit eru nóg væl tryggjað á hesum øki, skuldu vit verið fyri einum slíkum óhappi aftur, ella sabotasju, ella hvat tað nú kundi verið, sum kvetti alt samband.
Steffan Klein Poulsen sigur, at hesa ferð vóru tað allar bygdinar norðanfyri, sum mistu sambandi, men hann vil hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu støðan er á hesum øki kring alt landið. Endamálið er at kanna, um vit eru nóg fyrireikað upp á slík óhapp, sabotasju ella hvat nú kundi komið fyri aftur, sigur løgtingsmaðurin.
Hann sigur, at tilbúgvingin vísti seg ikki at vera nøktandi. Sjálvt ikki løgreglan, ið stongdi vegin fyri ferðslu norðanfyri, hevði nakað sum helst samband við sentralin, ella meginlandið. So løgreglan var í somu støðu sum øll onnur.
Tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat brek talan var um sum gjørdu at alt samband varð kvett og um vandi er fyri, at tey aftur koma í hesa støðuna. Hann vil eisini hava at vita um tað er aðrastaðni í landinum, at brek á ein einsstøkum kaðali kann kvetta alt samband við umheimin?
Somuleiðis vil hann hava at vita um vandi er fyri, at alt landið missir sambandið við umheimin, um brek verður á einum einstøkum kaðali fær í miðstaðarøkinum? Steffan Klein Poulsen vil eisini hava at vita, hvussu slíkt kann fyribyrgjast og hvat tað kostar og hvørja tilbúgving vit hava í eini slíkari støðu.











