Karl Robert Vang, umboðsmaður fyri OM í Føroyum, sigur úr Reykjavík, at skipið hevur verið væl vitjað. Í sambandi við Mentanarnáttini í Reykjavík seinasta leygardag høvdu tey umleið 1.000 vitjandi.
Fleiri føroyingar eru umborð á skipinum í sambandi við vitjanina í Íslandi. Annars sigla fimm føroyingar við skipinum í løtuni. Mikudagin 29. august fer skipið víðari til Cuxhaven í Týsklandi.










