Gamla Norrøna, sum nú virkar sum trúboðaraskipið Logos Hope ferðast í hesum døgum í Miðalhavinum. Fyri tveimum vikum síðani komu tey til Libanon.
Allastaðni har Logos Hope vitjar, koma nógv fólk umborð at vitja. Her hava tey møguleika at síggja ta stóru bókasøluna, og vera við til ymisk tiltøk, sum tey skipa fyri umborð.
Síðan Logos Hope sigldi gjøgnum Gibraltar sundið, hevur skipið vitjað á Malta, í Libya og Egyptalandi.
Skipið lá herfyri nakrar dagar í Port Said í Egyptalandi, men fyrr í vikuni Logos Hope so til Beirut í Libanon, har tað verður liggjandi á jólum.
Nógvir føroyingar hava verið við skipinum, síðani tað varð liðugt umbygt. Og hesi jólini verða eisini fleiri føroyingar staddur umborð á Logos Hope, sum verður liggjandi í Beirut fram til 3. jóladag.
Sambært teirri løgdu ferðaætlanini skal skipið halda leiðina fram haðani 27. desember við kós úr Miðalhavinum og til Oman, har tað eftir ætlan kemur fram 6. januar.
Haðani fer skipið seinni í mánaðinum til Sameindu Arabisku Emiratini, og helst eisini til Bahrain, Qatar, Sri Lanka og Indien á missiónsferð síni.