Logos Hope í dokk í Sri Lanka

Skipinum tørvar viðlíkahald, og nakrir føroyingar eru farnir at veita hjálpandi hond Logos Hope liggur í løtuni í turrdokk í Colombo í Sri Lanka. Skipinum tørvar harðliga at verða málað, skrivar 123.fo

Uppaftur meira tørvar maskinrúminum viðlíkahald.

Til tess at veita ein hjálpandi hond í maskinrúminum eru teir tríggir Terji á Roykheyggi úr Runavík, Elnar Rasmussen og Einar Berg báðir úr Søldarfirði, farnir yvir til skipið.

Skipið liggur í dokkini til 10. mai. Síðan fer hon til India, har tríggir býir verða vitjaðir.

Komandi ár er ætlanin, at skipið skal í dokk í 4-5 mánaðir í Singapore.Tá verða tveir nýggir ljósmotorar settir í skipið og vónandi nógv av tí gomlu og slitnu útgerðini skift.