Á tingfundinum klokkan 9:30 í dag fer løgtingið undir 1. viðgerð av uppskoti um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Tað er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum hevur lagt uppskotið frá. Tvey tilmæli eru, annað frá Havstovuni og hitt frá Fiskidaganevndini. Fiskifrøðingarnir á Havstovuni mæla vanliga til skerjingar, sum Fiskidaganevndin ikki mælir til. Landsstýrismaðurin heldur seg enn sum áður til tilmælið frá Fiskidaganevndini.
Hvussu leikur fer hesaferð hoyra vit nærri um eftir klokkan 9:30. Men við útvarpið segði Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, at hann ikki var nøgdur við uppskotið hjá Jacob Vestergaard, tí hann ynskti skerjingar.
Eftir 1. viðgerði í dag fer málið til viðgerð í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Men sambært ætlan tingsins verður onnur viðgerð á tingfundi mikudagin í næstu viku og triðja viðgerð fríggjadagin í næstu viku, og tá er so lógin um vinnuligan fiskiskap samtykt.
Tilmæli frá Havstovuni kann lesastVIÐ AT TRÝSTA HER
Tilmæli frá Fiskidaganevndini kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Skráin fyri løgtingið næstu dagarnar sær annars soleiðis út:
Mikudagur, 6. August 2014, kl. 09:30
1) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 1/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
2) Val av 2 limum og 2 varalimum í Norðurlandaráðið
3) Framløga
Mánadagur, 11. August 2014, kl. 14:00
1) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 2/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (FATCA o.a.) Málið verður beint í Fíggjarnevndina
2) Framløga
Mikudagur, 13. August 2014, kl. 10:00
1) Løgtingsmál nr. 1/2014: Møgulig 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
2) Framløga
Fríggjadagur, 15. August 2014, kl. 10:00
1) Løgtingsmál nr. 1/2014: Møgulig 3. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
2) Framløga