Tað sæst í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024.
Tað er P/F Suðuroyartunnil, sum stendur fyri arbeiðinum. Higartil hevur Løgtingið játtað 20 mió. kr. til fyrireikingararbeiðið. Forkanningar, sum fevna um jarðfrøðiligar kanningar, trygdarspurningar viðvíkjandi farleiðini, linjuføring o.a., eru lidnar.
Harumframt verður arbeitt við einum fíggingarleisti, sum tekur støði í metingum um kostnað av verkætlanini, væntaðari ferðslu og inntøkum, og sparingum, tá ið verandi sjóvegis farleið verður niðurløgd.
Ætlanin er í heyst at leggja fram lógaruppskot, sum gevur P/F Suðuroyartunnil heimild til at projektera og senda verkætlanina í útboð.











