Við nýggju tøknini hjá Global Dry Ice heldur fiskur, ið verður sendur av landinum, sær upp til fýra dagar og kann náa runt knøttin við flogfari.
Global Dry Ice, sum hevur turrísframleiðslu á Eiði, hevur skaffað sær nyggja turrís pakkimaskinu sum pressar turrís saman í smáar rundar pukkar og pakkar ísin inn í plast.Carbon dioxide, Kolsyra, ella sum vit kalla tað turrísur, er fastur formur av kolsyru ( CO2 ). Turrísurin er uml. -79 gr.C við 1 bar trysti, og kølievnið er munandi størri enn vatn ísur (um 75% meira).
Eitt samstarv millum Rannsóknastofu Fiskiíðnaðarins og ISAGA var gjørt fyri at meta um tað var møguligt, at brúka kolsyrukava, bæði sum kølimiðil og sum kolsyruluft í 10 kg fiskakassum, og vita hvat árin tað hevur á torskafløk.
Úrslitið vísti, at vøksturin av micro organismum, var nógv seinni í koldioxid pakkaðum fløkum, og tað førdi til longri haldbari. Orsøkin kemur ivaleyst av tí nógv skjótari kølingini, og longri kølivirknaðinum av carbon dioxid kavanum, enn tað er í tí vanligur ísinum. Eisini kann ein partur av orsøkini vera tann høga konsentratiónin av kolsyrugassi í kassunum (yvir 90%) í umleið ein tíma.
Tað endaliga úrslitið var longri haldbari í kolsyru pakkaðum fløkum, enn fløkum sum eru køld við vatnísi ella við ongum kølievnum í kassunum.
Tað er greitt at árinið av turrísinum á fersk fiskafløk eru bæði stór og góð. Kølingin er nógv skjótari og longri, og tað seinkar vøksturin av micro organismum. Tann høga konsentratiónin av kolsyrugassi fyrsta tíman aftan á pakkingina, hevur helst verið við til at minka um bakteriu vøksturin. Mikrobiologiski vøksturin verður tí seinri og haldbari longri.
Hendan kanningin er gjørd við turrkava. Vit hava turrís, sum palettir og pukkar. Munurin er at turrísurin heldur nógv longur enn turrkavin. Tað vil siga, at sama frystivirði tekur nógv minni pláss í kassunum. Palettirnar eru brúktar í Tysklandi saman við gel ísi, hetta gevur eitt haldbari á upp til 4 dagar, so teirra produkt kann náa runt knøttin við flogfari. Pukkanir eru samanpressaðar palettir, sum viga 200 gram, hesar selja vit berar ella innballaðar í plast.










