Eftir nýggjár er vanligt at ynskja hvør øðrum gott nýggjar, so tað verður hervið gjørt! Í hesum ynskinum liggur ein vón um okkurt gott. Eitt líka gott ár, sum undanfarna ár, ella kanska betri.
Jólahald og nýggjárshald hava sjálvsagt merkt skráirnar hjá loftmiðlunum farnu vikurnar. Og nógvar áhugaverdar sendingar hava verið. Bæði í sjónvarpi og útvørpum. At taka allar fram er ov rúgvusmikið. Havi heldur ikki havt stundir at leggja eygu og oyru til alt, ið sent hevur verið, tí so gjørdi ein ikki nógv annað.
Men eitt frískt lot var tað at fáa í stovuna, tá sendingarnar um Fíu og sólstrondina komu á sjónvarpsrútin. Ein lívsjáttandi sending um hetta konubrot, ið greiddi frá um lív sítt langt frá høvuðsstaðnum, men sum tó hevur verið alt annað enn keðiligt, og sum heldur ikki er tað nú, ið árini eru mong, og vetrarmánaðirnir fara í summarhúsinum í Spania.
Tað er so vælsignað hjá okkum øðrum skræðugákum at síggja og hoyra fólk, ið ikki himprast, men gera júst sum teimum lystir. Og júst sum okkum sjálvum lysti at gjørt, høvdu vit møguleikan, ella bara eitt sindur av dirvi.
Bravo!!
Rót(órudd) ella rútma
Áhugaverdu sendingarnar hava verið nógvar farnu vikurnar, t.d. prátið við jólagestin Carl hjá Talis.
Mær untist tíverri ikki at fáa alt við, ið sent varð nýggjársaftan, men helst eru tey mong, sum eru í somu støðu, og tí bíða spent eftir endursendingunum. Tað sigst, at útvarpsskemtið var gott. Sá bert brot av sendingini í Svf, Hatta var hatta, ið enn einaferð ? um vit hugsa um vertirnar ? tyktist nýggj og slóðbrótandi. Og sum tí ikki bert fær góð orð við á vegnum frá øllum. Eg gleði meg til endursendingarnar, so eg betri kann døma um.
Men hetta við hesum nýggja leiðir meg til yvirskriftina, ið als ikki er ein roynd at leggja eftir Petur Rouch og hansara frálíku sending fyri countryfjepparar. Summi kalla hana Rouch og rútma.
Nei, heldur er hetta ein fátækslig roynd at spæla eitt sindur við orðini. Rót (órudd) ella rútma.
Tí, er tað ikki so, at vit eru so fegin um ( kanska meira enn nøkur onnur tjóð), at sendingar liggja júst har tær liggja og eru júst sum tær eru? So vita vit hvar vit flóta. Døgurðin fæst nærum ikki niður hjá mongum, uttan eitt álop á Bin Laden og annað av somu skuffu.
Dagur og Vika er fast akkerspláss flestu vikudagar. Miðlaskráirnar halda skil á degnum.