Fyri jól fór nýggja ferðastuðulsskipanin Loftbrúgv til listafólk alment á flog. Umsóknarfreistin til fyrsta stuðulsumfar er 31. januar 2015, og 4. februar er greitt, hvør hevur fingið stuðul.
Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna samstarva um hesa skipan, hvørs yvirskipaða mál er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla listafólkum við loftvegis flutningi til útlond og aftur.
Treyt er, at ferðin byrjar úr Føroyum, og at umsøkjarin ella bólkurin skal framføra ella sýna fram uppruna føroyskt og/ella egið tilfar á tiltaki ella verkætlan uttanlands.
Stuðulstreytir, umsóknarskjal og umsóknarfreistir eru at finna á www.loftbrugv.fo. Umsóknarskjalið við øðrum viðfestum skjølum verður sent beinleiðis um heimasíðuna.
Loftbrúgvin leggur dent á skjóta viðgerð. Umsóknir verða viðgjørdar hvønn mánaða, har umsóknarfreistin er síðsti dagur í mánaðinum. Umsóknarfreist í februar er tí 28. februar 2015.
Tað er umráðandi at søkja í góðari tíð. Fráferðin, sum biðið verður um, skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi 5 vikur eftir umsóknarfreistina. Umsóknir um stuðul til ferð í seinnu hálvu av apríl skulu sostatt sendast loftbrúnni í februar.
Eru ivamál, ber altíð til at fara inn á heimasíðuna at kunna seg nærri ella senda fyrispurning til loftbrugv(at)loftbrugv.fo.
Kelda: torshavn.fo










