Telefonin ringdi nu ein dagin, tað var frá Beranum fyri at spyrja til dóttir mína sum hevur gingið hjá teimum.
Tá samtalan var liðug kom eg at hugsa um at eg ikki hevði fingið takkað henni fyri tað fantastiska arbeiði Berin ger. Tað finnast næstan ikki orð fyri tað megnar arbeiði Berin ger fyri børn í sorg – at síggja hvussu dóttir mín, frá hvørja ferð hon kom aftur frá Beranum, var glað og hevði lættari við at tosað um sína sorg var óbeskriveligt at greiða frá og eg havi mangan hugsa at sum samfelag er hetta ein óvurderilig íløga í okkara børn.
Hetta fekk meg at hugsa um børn við sálarsjúku og støðan á tí økinum. Vit hava fingið betri umstøður til ung og vaksin við sálarsjúku men vit hava ikki nakað net sum loftar børnum sum vísa tekin ella kanska ikki vísa tekin um sálarsjúku. Hetta er so ómetaliga umráðandi fyri børnini men eisini foreldrini at vit hava eitt net sum loftar so tíðliga sum gjørligt tí skjótari tað er at fáa hjálp jú betri er tað. Psykiatriska økið hoyrir til undir landinum, men eftir mínum tykkið so eigur kommunan eisini at verða við til at geva karmar og tilboð til børn við sálarsjúku, og stuðla undir tað arbeiði sum stovnar og felagsskapir í kommununi gera.
Eitt stað, har børn og ung kunnu koma inn - ein hurð, eitt stað, har ein ikki kann ganga "skeivt", og ein altíð kann finna onkran at tosa við.
Her kundi eitt boð eisini verið, at har kom eitt breiðari samstarv millim land og kommunu á hesum økinum.
Berin er ein sólskinssøga og tað hevði verið gull vert at sama sólskinssøgan var fyri børn við sálarsjúku.