Lofta næmingum við trupulleikum

Nú skulu førleikastovur setast á stovn í nøkrum av teimum stóru skúlunum í landinum.

Tað hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum raðfest.

Hetta er ein ætlanin, vit seta í verk nú í summar..

Hann sigur, at ætlanin við førleikastovunum er at geva lærarum við serligum førleikum, eyka tímar fyri at teir kunnu verða ráðgevarar hjá hinum lærarunum í sambandi við næmingar við trupulleikum av ymsum slagi, bæði atferðartrupulleikum, ordblindni, lesitrupulleikum annars, roknitrupulleikum og øðrum trupulleikum, næmingar kunnu hava.

- Endamálið er at lofta næmingum við trupulleikum sum skjótast.

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at seta hesa ætlanina í verk á teimum stóru skúlunum og miðalstórum skúlum.

Men ætlanin er so samstundis, at førleikastovurnar skulu verða ráðgevarar hjá teimum smærru skúlunum.

Hann leggur afturat, at ætlanin er halda fast um tvílæraraskipanina, har eyka lærarakreftir verða í flokkum í fyrsta og øðrum flokki, har næmingatalið fer upp um 18 næmingar.

Endmálið við tí er eisini at næmingar ikki skulu detta niður ímillum longu í innskúlingini, sigur landsstýrismaðurin.