Arbeiðsskaðatrygging
Nú skulu øll, sum fáa arbeiðsskaðar, ella verða sjúk av arbeiðnum, fáa munandi betri sømdir
Eitt tað fyrsta, sum løgtingið sleppur at taka støðu til eftir jólaferiuna, er eitt uppskot til eina nýggja arbeiðsskaðatrygging, sum skal koma ístaðin fyri tað ótíðarhóskandi og ófullfíggjaðu vanlukkutrygginginga, sum nú er í gildi.
Vanlukkutryggingin, sum nú er í gildi, er ógvuliga avmarkað og tí eru tað heilt nógv fólk, sum detta burturímillum og onga hjálp fáa, tá ið tey koma til skaða í sambandi við arbeiði, ella tá ið tey verða sjúk av arbeiðnum, tey hava.
Men síðani Hans Pauli Strøm varð landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur hann lagt nógva orku í at gera eina nýggja skipan, sum skal lofta nógv fleiri av teimum, sum koma illa fyri í sambandi við arbeiðið enn vanlukkutryggingin nú ger.
Annars hava politikarar í rættiliga nógv ár tosað fáa eina betri vanlukkutrygging.
Enn hevur tað ikki eydnast, men Hans Pauli Strøm vónar, at tað eydnast hesuferð, nú uppskot verður lagt fyri tingið so skjótt tað kemur saman aftur síðst í januar.
Ótíðarhóskandi og ófullfíggjað
Lógin, sum er í gildi nú, er ótíðarhóskandi og ófullfíggjað, tí tað eru ógvuliga nógv sløg av skaðum, sum onki endurgjald fæst fyri.
Umframt at vera eitt rættiligt frambrot á hesum øki, fer nýggja lógin eisini at lyfta føroyingar koma upp á sama støði á hesum øki sum hini norðurlondini eru á.
- Vit hava eina beinleiðis skyldu til at lyfta okkum upp á norðurlendskt støði á hesum øki, tí í ymsum sáttmálum, vit norðurlond hava gjørt sínamillum um sosiala trygd, hava
tey bundið seg til at veita borgarum hjá hvørjum øðrum somu sømdir, men tey krøvini
ganga vit ikki á møti í løtuni.
Hans Pauli Strøm sigur, at størsta framstigið í nýggju lógini er, at hon kemur eisini at umfata vinnusjúkur og brádliga íkomnir lyftiskaðar.
Hesi sløgini av skaðum og sjúkum eru ikki umfatað av lógini, sum er, og tí verður heldur onki endurgjald latið fyri slíkar skaðar og sjúkur, sum hava sambandi við arbeiðið
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum.
Hugtakið vinnusjúkur fevna um vanlukkur í sambandi við arbeiði. Men hugtakið fevnir eisini um tær sjúkur, ið fólk kunnu fáa av av arbeiðnum, tey hava.
Landsstýrismaðurin sigur, at í sambandi við vinnusjúkur fáa tey nú eisini rætt til trygging,
sum verða sjúk av arbeiði, hóast sjúkan ikki vísir seg, fyrrenn ein tíð er fráliðin.
Hesi fólkini hava ikki rætt til endurgjald, sum støðan er nú.
Lyftiskaðar eru kanska mest kendir í heilsuverkinum, har heimahjálpir, sjúkrasystrar og portørar eru í stórum vanda fyri at fáa lyftiskaðar, men tað eru sjálvsagt eisini onnur við tungum arbeiði, sum eru í vanda fyri at fáa lyftiskaðar.
Hesar lógarbroytingarnar ljóða kanska ikki av so nógvum, men Hans Pauli Strøm sigur, at týdningurin av teimum skulu ikki undirmetast.
Nógv fleiri fáa endurgjald
Lógin, vit hava, er frá 1966 og tað eru eitt ørgrynni av skaðum og sjúkum, sum onnur norðurlond nú hava viðurkent sum vinnuskaðar og vinnusjúkur, sum vit als ikki kendu til miðskeiðis í sekstiárunum.
Vit meta, at bara tað, at hesi bæði hugtøkini verða tikin við í nýggju lógina, fer at víðka hetta økið meiri enn ein triðing.
Tað eru so nógv fólk, sum fáa lyftiskaðar ella fáa sjúkur, sum stava frá arbeiðnum, at vit meta, at meiri enn triðingur av teimum, sum nú fara at fáa rætt til endurgjald frá tryggingini, fáa tað av hesum orsøkum.
Samstundis, sum tann nýggja lógin fevnir um nógv fleiri sløg av skaðum og sjúkum, verða
eisini útgjaldini, sum fólk koma at fáa frá tryggingini, tá ið tey koma illa fyri, munandi
hægri enn tey eru nú.
Ein kravd trygging
Hans Pauli Strøm leggur dent á, at talan er um eina tryggingarskipan, har allir arbeiðsgevarar skulu hava síni starvsfólk tryggjað. Men hetta er eisini ein skipan, sum øll sjálvstøðug vinnurekandi skulu vera í. Sostatt kemur lógin at umfata øll, bæði løntakarar og tey vinnurekandi.
Og av tí at tað verða so stórar ábøtur verða gjørd á lógina, fer tað eisini at vera nógv dýrari at betala til hesar tryggingar.
Vit meta, at tað fer at vera upp ímóti 40% dýrari hjá einum arbeiðsgevara at vera í nýggju arbeiðsskaðatryggingini, enn tað er at vera í vanlukkutryggingini, sum nú er.
Fyri at gera umsitingina skjótari og einfaldfari, skal øll skipanin hereftir savnast og umsitast á Almannastovuni.