Stefan Löven fer frá, um hann ikki fær semju eina fíggjarætlan.
Tað hevur hann sagt á fundi við formannin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén í morgun, skrivar svenska tíðindastovan TT.
Tað var mánadagin í síðstu viku, at svenski forsætisráðharrin og svenska stjórnin tapti eina misálitisatkvøðugreiðslu.
Í gjár segði hann á tíðindafundi, at hann fór at vita, um til ber at finna ein nýggjan meiriluta, so stjórnin kann halda fram. Regluligt ríkisdagsval verður í Svøríki næsta ár.
Formaðurin í Ríkisdegnum heldur í dag fundir við ymsu flokkarnar. Seinnapartin fer hann at geva boð um, hvør floksleiðari skal royna at skipa nýggja stjórn.