Hagstovan hevur í dag lagt nýggjastu hagtølini fyri lønir á heimasiðu sína.
Mánaðarligu hagtølini fyri útgoldnar lønir eru dagførd til og við juli mánað. Árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar vóru í juli 663 milliónir kr., ið er ájavnt miðal mánaðarligu lønarútgjaldingarnar síðan februar í ár.
Samlaðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar frá januar til og við juli 2015 vóru 4.543 milliónir kr. í mun til 4.267 milliónir kr. somu mánaðir í 2014. Munurin er 276 milliónir kr. og ein vøkstur á 6,5%. Trendurin í útgoldnu lønunum vísir framvegis vøkstur, men vøksturin er minkandi eins og seinastu mánaðirnar.
Tað er serliga innan tilfeingisvinnurnar, at talan er um vøkstur. Har er vøksturin í ár 15,6%.
Eisini er talið av løntakarum vaksandi. Talið av løntakarum var í mai mánaði 24.744, og er hetta hægsta talið av løntakarum síðani 2009.