Lønargjaldingarnar í Føroyum, halda fram at veksa.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Hagstovan sigur, at hesi bæði seinastu árini hava lønargjaldingarnar verið veksandi og nýggjastu tølini fyri útgoldnar lønir vísa, at hendan gongdin heldur fram.
Tó bendir á, at vøksturin í útgoldnum lønum er minkandi og nú er hann á sama vakstrarstigi sum í juli 2013.
Ofta verða broytingar í tíðarrøðum lýstar við broytingum frá ári til ár. Hagstovan sigur, at eitt nú kann staðfestast, at í 2014 vórðu útgoldnar 366 milliónir krónur fleiri í lønum enn í 2013, tað svarar til ein vøkstur á 5,1%.
Sammett við undanfarin ár, er hetta størsti árligi vøksturin síðan 2007.
Men samanbera vit broytingina hesar seinastu 12 mánaðirnar, frá mars í 2014 til februar í ár, 2015 við undanfarna ár, altso frá mars í 2013 til februar í 2014, er vøksturin 5,6%.
- Tað er framvegis serliga í fiski- og byggivinnu, at vøksturin er størstur, sigur Hagstovan.
At tøl eru árstíðarjavnað, merkir, at tey eru reinsað fyri afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur og fyri onnur frávik.
Sostatt ber tað til at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.