Lønin hjá tingfólki og gongd í haga á skránni

Tingfundur verður klokkan 9.30 í dag, tá Løgtingið millum annað endaliga skal avgreiða lógina um løn og eftirløn hjá tingfólki og hava aðru viðgerð av málinum um gongd í haga

Uppskotið til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk snýr í stuttum um, at sera munagóða tænastumannapensjónin hjá tingfólki skal takast av. Í staðin skulu tingfólk, eins og onnur fólk, fáa 15 prosent útgoldið til eina pensjónsskipan. Tingfólk fáa í dag fulla tænastumannapensjón, tá tey hava sitið á tingi í 16 ár, meðan onnur fólk skulu arbeiða í 37 ár fyri at upptjena fulla pensjón.

 

Ein arbeiðsbólkur, sum gjørdi uppskotið um nýggja skipan, mælti til, at tingfólk afturfyri at missa munagóðu pensjónina, skuldu flytast úr 34. upp í 36. lønarflokk hjá tænastumonnum. Tað hevði givið tingfólki eitt lønarlyft upp á 6.700 krónur um mánaðin.

 

Tá formansskapurin legði uppskotið fyri tingið, var parturin við lønarlyftinum tikin úr uppskotinum. Skotið var upp, at lønin hjá tingfólki var standandi á 34. lønarflokki.

 

Málið varð viðgjørt í eini serligari grein 25 nevnd. Har mælti Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurm, Miðflokkurin og Framsókn til, at tingfólk fingu lønarlyftið, sum arbeiðsbólkurin hevði mælt til.

 

Tá atkvøtt varð við 2. viðgerð var tað upprunaliga uppskotið hjá formansskapinum, sum varð samtykt, og tingfólk fáa tí einki lønarlyft afturfyri at strika sera munagóðu pensjónsskipanina.

 

Les eisini: Tingfólk fáa ikki lønarlyft á hesum sinni

 

Málið verður avgreitt í dag. Verður tað samtykt, kemur nýggja skipanin í gildi eftir næsta væl.

 

Á tingfundinum í dag er eisini málið um gongd í haga, sum nú eitur »Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu«. Her er gjørd semja millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin, sum hava eini 26 broytingaruppskot til upprunaliga uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

 

Skráin fyri tingfundin i dag er hendan:

 

Dagsskráin, fríggjadagur, 17. mai 2024, kl. 09:30

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-071/2023 - Uppskot til løgtingslóg um projektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð

 
 

2

 
 

3. viðgerð LM-116/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Hægri fíggjarkarmur)

 
 

3

 
 

3. viðgerð LM-107/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna o.a.)

 
 

4

 
 

3. viðgerð LM-108/2023 - Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk

 

 

 

 

 

5

 
 

3. viðgerð LM-059/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.)

 
 

6

 
 

2. viðgerð LM-079/2023 - Uppskot til løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna

 
 

7

 
 

2. viðgerð LM-104/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)

 
 

8

 
 

2. viðgerð LM-115/2023 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024-2 (Várumfarið)

 
 

9

 
 

2. viðgerð LM-099/2023 - Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

 
 

10

 
 

2. viðgerð LM-090/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita)

 
 

11

 
 

Framløga