Semjan um nýggja sáttmálan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini er gjørdur við einum lønarlyfti umframt eini vanligari lønarhækkan, sum er upp á 8,2 prosent yvir tvey ár.
Lønarlyftið tað fyrra árið er 3 krónur og 75 oyru, og tað seinna árið 3 krónur og 50 oyru.
– Hetta gera vit, tí talan er um ein láglønarbólk, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum leggur dent á, lønarkarmurin annars er 8,2 prosent.
Semja er um, at sáttmálin verður gjørdur soleiðis. Tilsamans merkir tað, at lønin í sáttmálaskeiðnum hækkar 13 prosent.
– Hetta man vera tann størsta lønarhækkingin nakrantíð, sum nakað felag hevur samrátt seg til, sigur Georg F. Hansen, sum sigur seg vera fegnan, hóast hann ongantíð plagar at vera nøgdur eftir samráðingar, tí tú fært ongantíð tað, sum tú hevur ætlað tær, sigur hann.