Liverpool vil ikki fara sama veg, sum onnur feløg í Premier League, tá tað kemur til ovurhøgar spælaralønir.
Sambært enska blaðnum "Daily Star" er ikki líkt til, at Liverpool og unga stjørnuskotið Raheem Sterling kunnu semjast um framtíðar lønarviðurskiftini hjá honum. Tí er tað sambært "Daily Star" sannlíkt, at Raheem Sterling endar í Chelsea, ella í Real Madrid komandi kappingarár.
Í vikuskiftinum kom tað eisini fram, at Jordan Henderson er heldur ikki nøgdur við upphæddina, sum Liverpool vil bjóða honum, og tí er eisini sannlíkt, at Jordan Henderson verður at síggja í øðrum felagi komandi kappingarár.