Lønarkrøv fyri fleiri hundrað milliónir

– Lønarkrøvini hjá sjúkrarøktarfrøðingum seta met í nýggjari tíð, heldur Fíggjarmálaráðið

– Lønarkrøvini hjá sjúkrarøktarfrøðingum seta met í nýggjari tíð, heldur Fíggjarmálaráðið.

 

– Tað er sjálvandi væl skiljandi at fakbólkar vilja hava enn hægri løn. Hetta er ynskið hjá øllum fakbólkum nú lønarsamráðingar eru. Men sæð í mun til miðallønarvøksturin seinastu 18 árini á 2,60 prosent, eru krøvini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingur farin um alt mark. Um Lønardeildin skuldi fylgt lønarkrøvunum hjá sjúkrarøktarum og smittaði av á aðrar lønarbólkar, hevði hetta árliga kostað samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur. Hesi krøvini eru tí ómøgulig at ganga á møti.

Tað skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi í dag. Ráðið vísir á, at hesaferð er avtalaður ein lønarkarmur í krónum, sum merkir, at lønirnar mánaðarliga hækka 1.449 kr yvir 2 ár. Hetta svarar til, at almennu lønirnar í meðal hækka 2,3% fyrra árið og 2,5% seinna árið. Talan er um eina munandi lønarhækking, og hesin karmur merkir, at árligu lønarútreiðslurnar hjá landinum vaksa 110 milliónir krónur.

 

Víðari sigur Fíggjarmálaráðið soleiðis:

 

»Um lønarkrøvini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vóru gingin á møti, og hetta smittaði av á aðrar starvsfólkabólkar, so høvdu lønarútreiðslurnar hækkað fleiri hundað milliónir krónur árliga.

Tað hevði tí verið meira enn ábyrgdarleyst av Lønardeildini at gingið við til ein slíkan sáttmála, sum tann, ið felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum krevur. Hetta bæði mótvegis øðrum lønarbólkum, eins og móti samfelagnum annars. Her skal eisini havast í huga, at fleiri fakbólkar við líknandi útbúgvingarstøði sum sjúkrarøktarfrøðingar hava lægri og á leið somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingar.

Seinastu 18 árini hevur lønarvøksturin hjá løntakarum undir tí almenna verið í miðal 2,6 prosent árliga. Í 2001, tá hækkingin fyri hesi árini var hægst, var vøksturin 5,0 prosent, meðan lægsti vøksturin var 0,85 prosent.

Frá 2010 til 2016 hevur lønarvøksturin ligið millum 0,85 og  2,2 prosent.

Víst hevur verið á, at undir kreppuni fyrst í 90’unum vóru almennu lønirnar settar niður, og tað er sjálvandi rætt, tí í 1993 minkaðu almennu lønirnar við 8,5 prosentum í miðal. Hetta er tó langt síðani hálað innaftur, eftir at tað í 1999 kom vend í.

Um vit seta árið 2001 til vísitalið 100, so vóru lønirnar í 2016 hækkaðar upp í 145,4. Verður vísitalið fyri prístalið eisini sett til 100 í 2001 so var talið í fjør bert komið upp á 117,3. Samanborið við prístalsvøksturin hesi árini hevur tí verið talan um ein munandi reallønarvøkstur.

Við hesum í huga er tað við undran, at Lønardeildin sær krøvini hjá Sjúkrarøktarfelagnum, ið hesaferð eru farin so langt av leið frá nøkrum, sum sætt er í nýggjari tíð. Tað er tó at vóna, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umhugsar sína støðu og kemur aftur til samráðingarborðið, so vit saman kunnu finna eina realistiska loysn á lønartrætuni til frama fyri sjúkrarøktarfrøðingar, føroyska arbeiðsmarknaðin og samfelagið alt.«