Løn til føroyskar bankastjórar er vandamikil

Tað økir um sannlíkindini fyri, at bankar átaka sær størri váða og at stýringin verður meira stuttskygd

Hesin mátin at løna bankastjórum verður mett at vera ein orsøk til, at fíggjarkreppan gjørdist so ógvuslig.

Tað sigur Kristina Háfoss, tingkvinna.

 

Tað kom óvart á hana, at BankNordik nú hevur boðað frá, at ovastu stjórarnir í bankanum nú fáa rættin til at keypa 46.619 partabrøv fyri ein ávísan prís, sum teir síðani kunnu selja aftur um fýra ár, í tíðarskeiðnum august-desember 2018.

 

Júst hesin mátin at løna bankastjórum, áðrenn fíggjarkreppuna í 2008, varð av fleiri mettur at vera ein av fleiri orsøkum til, at fíggjarkreppan gjørdist so ógvuslig, sigur hon.

Nú vil hon hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum at greiða Løgtinginum frá, um hann heldur tað vera rætt at nýta partabrøv sum part av løn til føroyskar bankaleiðslur?

 

Kristina Háfoss vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin, ella Fíggingargrunnurin, hava tikið undir við, at brúka partabrøv  sum ein part av lønini hjá stjórum í føroyskum bankum og um hann fer at taka stig til at steðga hesum.

 

Hon sigur, at verða bankastjórar løntir við partabrøvum, økir tað um sannlíkindini fyri, at bankar átaka sær størri váða, og at stýringin verður meira stuttskygd og rættað móti at økja virðið á partabrøvunum til ta tann dagin, partabrøvini kunnu innloysast, heldur enn at virka og hugsa langskygd.

 

- Bankastjórar eru hartil frammanundan vælløntir við eini fastari løn á 2 - 4 milliónir krónur um árið.

- Hetta ger tað enn meira óneyðugt, at farið nú verður undir eisini at løna við partabrøvum.

 

- Tað er týðandi at vit læra av fortíðini, og taka stig, ið fyribyrja at søgan endurtekur seg, tá umræður fíggjarkreppur, heldur Kristina Háfoss og tí vil hon hava at vita um ætlanin er at gera nakað við spurningin.