Løkke tekur æruna fyri iva um stuðul úr Norðuratlantshavi

Forsætisráðharrin tekur æruna fyri, at grønlendsk og føroysk fólkatingsumboð vilja tað vera upp til samráðingar, hvør skal vera forsætisráðharri í Danmark.

 

Tá fleiri grønlendsk valevni í til Fólkatingið á rað boða frá, at tey fara at lata tað vera upp til samráðingar, hvør skal vera forsætisráðharri í Danmark, er tað takkað verið núverandi donsku stjórnini.

 

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í samrøðu við grønlendska kringvarpið KNR.

 

– Tað vísir, at vit í øllum førum hava roynt í teimum báðum stjórnunum, eg havi verið forsætisráðharri hetta valskeiðið, at føra ein aktivan ríkisfelagsskapspolitikk.

 

Øll fýra sum umboða Grønland og Føroyar í Fólkatinginum hoyra til sosialistiskar í flokkar í heimlondunum, skrivar KNR.

 

Men bara ein teirra, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinu, sum er systurflokkurin hjá danska Javnaðarflokkinum, fer við fullari vissu at stuðla Mette Frederikssen sum forsætisráðfrú.

 

Og tað merkir, at samstarvið upp á tvørs í Norðuratlantshavi hevur størri týdning enn danskur blokkpolitikkur, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

– Tað merkir jú – og tað siga tey norðuratlantisku umboðini faktiskt eisini sjálvi – at tey kenna, at tey hava havt eitt gott samrstarv við hesa stjórnina, sigur Lars Løkke Rasmusssen.

 

– Tí høvdu tey ikki tað, høvdu fólk, sum eru fødd á vinstraveinginum, jú slett ikki hugsað tankan, at eg skuldi hildið fram sum forsætisráðharri. So tað er í veruliekanum tað, sum frøðir meg mest, leggur hann afturat.

 

Mette Frederiksen: Norðuratlantisku umboðini fylgja tíðarandanum.

 

Men soleiðis greinar forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, ikki støðuna.

 

Frágreiðingin skal í staðin finnast í tíðarandanum í donskum politikki, heldur hon.

 

Fleiri danskir flokkar hava seinsta árið boðaðf rá, at tey vilja peika á egnan formann sum forsætisráðharra. Tað hava Alternativið og Eindarlistin gjørt.

 

Eisini Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at tey ynskja at skipa stjórn einsamøll, um tað er stuðul til tess eftir valið.

 

Radikalu Vinstru hava boðað frá, at tey bara stuðla Mette Frederiksen sum forsætisráðfrú, um Javnaðarflokkurin heldur Danska Fólkaflokkkinu uttan fyri eina komandi stjórn.

 

– Tað er jú framhald av hsum, sum hendir í Fólkatinginum nú, og eg haldi, at tað er næstan líka mikið, hvussu meirilutin fer at síggja út, so verða tað samráðingar eftir eitt val. Tað skulu norðuratlantisku umboðini eisini leggja til rættis akkurát, sum tey vilja sjálvi, at tey gera best, sigur Mette Frederikssen við KNR.

 

Men gevur tað ikki okkurt til umhugsan ella órógv, at teir reyðu veljararnir í Norðuratlantshavi á slíkan hátt eru til samráðing, og at tey ikki sum útgangspunkt siga: »Vit stuðla eini javnaðarstjórn?«

 

– Eg vildi helst, at tey frammanundan søgdu, hvønn tey stuðlaðu í Forsætisráðnum. Tí tað, haldi eg, ikki bara er ein fyrimunur fyri Danmark, men eisini fyri ríkisfelagsskap okkara. Men tað er jú ikki mun lutur at gera av, hvussu tey gera í føroysku og grønlendsku flokkunum, sigur Mette Frederiksen.