Løkke svaraði ikki Magna

Magni Arge, fólkatingsmaður, var ikki nøgdur við lítla svarið, hann fekk frá danska forsætisráðharranum, tá ann spurdi um føroyska sjálvsavgerðrarrættin.

- Tá tað hóvar donsku stjórnini at brúka altjóða lógargrundarlag, ger hon tað, men ikki, tá tað snýr seg um, at føroyingar skulu kunna staðfesta sjálvsavgerðarrættin í eini føroyskari grundlóg, sigur hann í samrøðu við Rás 2

 

Fólkatingsmaðurin fekk ikki nakað svar frá forsætisráðharranum, men undrast á, at samanhangur ikki er í tí, danska stjórnin sigur, tá tað snýr seg um føroyskan sjálvsavgerðarrætt nú, og tá hon kunnaði ST um uttanríkispolitisku heimildarlógina.

 

Í samrøðu við Rás 2 segði Magni Arge, at danska grundlógin er øgiliga víð, men so skjótt føroyingar byrja at tosa um sjálvsavgerðarrætt, verður hon tulkað snævurt.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magna Arge.