Løkke sær stóra kreppu um Trump endurtekur grønlandsætlan

Uttanríkisráðharrin í Danmark fer at lurta væl eftir, hvat Donald Trump ger og sigur, tá hann aftur er forseti í USA.

Um Donald Trump, sum amerikanskur forseti, endurtekur seinastu útsagnir sínar um Grønland, verður tað álvarsamt fyri Danmark.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri í Danmark, við TV 2.

- Um forsetin endurtekur tey sjónarmið, tær støður, sum vit hava sæð á sosialu miðlunum, so hava vit álvarsamastu uttanríkispolitisku kreppuna, vit hava havt í Danmark í nógv, nógv ættarlið, sigur hann við TV 2.

8. januar ljóðaði tað annars minni dramatiskt frá Lars Løkke Rasmussen.

Fyri 11 døgum síðani trúði hann ikki, at Danmark var í uttanríkispolitiskari kreppu.

- Eg havi ikki fatan av, at vit eru í einari uttanríkispolitiskari kreppu, segði Løkke, eftir at Trump hevði endurstaðfest sín áhuga fyri at yvirtaka Grønland.

Trump verður innsettur sum forseti í USA fyri aðru ferð í morgin.

 

/Ritzau/