Danska uttanríkisráðið skrivar í tíðindaskrivi, at uttanríkisráðharrin á vitjanini skal hitta Høgna Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharra Føroya og við Løgtingsins uttanlandsnevnd.
– Tað er ein týdningarmikið raðfesting hjá stjórnini at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum – ikki minst á uttanríkis- og trydgarpolitiska økinum. Innrásin hjá Russlandi í Ukraina hevur grundleggjandi broytt geopolitiska veruleikan, vit eru í, og økt tørvin á, at vit rykkja enn tættari í ríkisfelagsskapinum. Tí frøist eg um fyrstu vitjan mína í Føroyum sum danskur uttanríkisráðharri, sigur Lars Løkke Rasmussen.
– Eg fegnist um at koma aftur eitt eitt fólk og eina náttúru, sum eg í so mong ár hava havt heilt nær at mær, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum er ein tann danski politikarin, sum kennir mest til føroysk viðurskifti. Kona hansara, Sólrun, er føroysk.
Vitjanin hjá Lars Løkke Rasmussen í Føroyum verður í dag og í morgin.